
Veving
Evnið: At veva
Evnið hesuferð er veving. Veving sigst at vera eitt av heimsins elstu kendu handverkum og var kent í nýggjari steinøld. Handverkið kemur upprunaliga frá kynstrinum at binda kurvar og er umleið 12.000 -14.000 ára gamalt. Handverkið menti seg serliga nógv um ár 3400 - 2400 (f.K.) í Egyptalandi og eystur Asia, tá silki varð vovið og spunnið.
Veving er ein mannagongd, ið ger trá til klæði. Arbeiðið gongur fyri seg á einum vevi og er í høvuðsheitinum træðrir, ið renna vinkulrætt saman. Fleiri fasur eru í mannagongdini at veva, og vevurin skal gerast klárur til hvørja av hesum. Vit fylgja við, tá Ann Hansen vísur okkum, hvussu vevurin í høvuðsheitum verður nýttur.
Handverkið er nærum ikki broytt í túsundavís av árum.
Trýst á leinkjuna niðanfyri og fylg við, tá Ann fer at veva.
Enjoy ! :)

